15.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Í starvsvenjing í landsstýrinum

Í starvsvenjing í landsstýrinum

Hey,

Eg eiti Maisól, eg eri 15 ár og gangi í 9.b í Hoyvíkar skúla. Eg havi valt at fara í starvsvenjing hjá landsstýrinum. Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri politikki og løgfrøði. Áhugin fyri politikki vaks enn meir, tá eg var við til ungdómstingið í fjør. Tí valdi eg at fara í starvsvenjing í landsstýrinum. Tað hevur verið sera áhugavert og spennandi at vera í landsstýrinum, og eg havi lært sera nógv. 

Eg byrjaði í Løgmálaráðnum í síðstu viku, har lærdi eg um lógargongdina, tað var sera áhugavert, tí eg visti ikki av, at tað var so nógv arbeiði, sum skal til fyri at gera eina lóg. 

Eg royndi eisini at sita í móttøkuni hjá Løgmanskrivstovuni. 

Á Løgmanskrivsstovuni slapp eg eisini at kjakast við Páll um nýggju regluna í sambandi við at politikkarar ikki sleppa at hava TikTok, har kom eg til ta niðurstøðu, at politikkarin kann væl hava TikTok, men uttan brúkara, tí at um ein ikki hevur brúkara, so fær viðkomandi ikki dámt nakað, fylgt nøkrum, TikTok fær ikki atgongd til kamera og mikrofonina, so uttan brúkara fær TikTok ikki savnað data um viðkomandi. Men tá ið ein ikki hevur brúkara, fær viðkomandi ikki lagt nakað út, men um politikkarin vil hava TikTok við brúkara, má viðkomandi keypa sær eina privata telefon. 

Tá ið løgmaður fer í útvarpið ella sjónvarpið, hevur hann altíð eitt pappír, sum "info" stendur á, eg royndi eisini at skriva eitt sovorði pappír.  

Eg legði eisini málini, sum landsstýriskvinnurnar og landstýrismenninir høvdu tosað um til landstýrisfundin, út á heimasíðuna. 

Tá ið eg var hjá vinnudeildini, fór eg á ein íversketararfund um Tonik (mixtech industry & art), sum er eitt tiltak, sum verður í mai mánaði.  

Aftaná fundin avgreiddi eg bókhaldið hjá Umhvørvisstovuni og Løgmálaráðnum. 

Tá ið eg var hjá Umhvørvismálaráðnum, fortaldu tey mær um búðstaðir, pantskipanina, skrell og um náttúruverndarlógina. 

Í gjár var fyrsti dagurin hjá mær í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, fyrst var eg til ein deildarfund, aftaná fór eg á ein annan fund um fólkaskúlan, tað var sera spennandi at hoyra, tí eg gangi í fólkaskúla. Aftaná legði eg eina framløgu fram um kvinnurættindi. Tað gekk sera væl, sjálvt um eg var nervøs, tí at landsstýrismaðurin var har. 

Nú havi eg tveir dagar eftir av starvsvenjingini, og komandi tveir dagarnar fari eg at verða í Fíggjarmálaráðnum. Tað gleði eg meg til.   

Eg eri sera takksom fyri, at eg slapp í starvsvenjing her, mær dámar væl at vera her, og eg vil 100% viðmæla øðrum ungum, ið hava áhuga fyri politikki, at fara í starvsvenjing her. Øll fólkini, ið arbeiða her eru sera fitt, og duga væl at læra frá sær. Tað hevur verið sera áhugavert og spennandi at vera í landsstýrinum, og eg havi lært sera nógv. Eg vil takka fyri, at eg slapp í starvsvenjing her, tað hevur verið ein fantastisk uppliving, sum eg ikki fara at gloyma. 

Vh Maisól