13.01.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Hugtakandi vitjan á Nám X

Hugtakandi vitjan á Nám X
1 / 3

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað á Nám X í Eysturskúlanum, har Eyðna Magnussen, skúlastjóri, og Joan Samuelsen, varaskúlastjóri, tóku ímóti og vístu runt.

Tað eru 200 næmingar á NámX, sum er 10. floks tilboð, sum Tórshavnar kommuna bjóðar teimum ungu eftir kravdan fólkaskúla. Nakrir næmingar koma eisini frá øðrum kommunum.

Joan Samuelsen, varaskúlastjóri, greiddi frá sera fjølbroyttu undirvísingartilboðunum, sum Nám X bjóðar. Næmingar velja tvær breytir við tilsamans 20 undirvísingartímum um vikuna, umframt 8 tímar til valfak.

Sniðbreytin er sera væl umtókt hjá gentunum, sum læra at binda, brodera umframt nógv annað handarbeiði.

Tað eru 15 ymsar breytir, sum næmingarnir kunnu velja ímillum innan øll møgulig spennandi øki. Breytirnar venda sær í stóran mun móti ta kreativu síðuna, men eisini móti vinnuøkjum, ítrótti og vælveru.

Eisini hoyrdi landsstýrismaðurin eina framførslu hjá tónleikabreytini, sum sat júst sum hon skuldi.

Landsstýrismaðurin var sera hugtikin av øllum møguleikunum, sum næmingarnir høvdu fyri at menna seg og búnast, áðrenn leiðin gongur víðari til miðnám ella yrkisnám.

Landsstýrismaðurin vitjaði inn á fleiri av breytunum, og tað var týðuligt, at her vóru næmingar, sum vóru bæði hugbundnir og ágrýtnir.