03.05.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Frískúlin Keldan og Barnahúsið Sellin havt vitjan

Frískúlin Keldan og Barnahúsið Sellin havt vitjan

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði og í Barnahúsinum Sellini á Skála.

Í Frískúlanum Kelduni tók Annika Høj, skúlaleiðari, ímóti og vísti runt. Frískúlin Keldan byrjaði virksemið í 2009 og hevur í løtuni 84 skúlabørn frá forskúla til 6. flokk. Næsta ár verður eisini 7. flokkur í skúlanum. Tað eru upp til 16 børn í hvørjum flokki. Annika Høj, skúlaleiðari, greiddi frá, hvussu skúlin hevur skipað virksemið. Tey hava málrættað lagt seg eftir eini fjølbroyttari tilgongd til læring, har allir sansir verða stimbraðir. Skúlin nýtir eina skipan, sum kallast VAKT, og er talan her um ein læruhátt, har ymiskir arbeiðshættir/undirvísingarhættir verða brúktir í sambandi við næmingavirksemi, og sum leggur dent á tann Visuella, Auditiva, Kinestetiska og Taktila tørvin hjá næmingunum.

Tá landsstýrismaðurin vitjaði í skúlanum, høvdu flokkarnar sokallaða brotna tímatalvu, har næmingarnir sjálvir velja raðfylgjuna fyri, hvat tey skulu gera og nær. Tað var hugtakandi at síggja, hvussu eldhugaðir allir næmingarnir arbeiddu, saman ella hvør fyri seg. Landsstýrismaðurin heilsaði eisini upp á næmingaráðið í skúlanum.  

Aftaná var farið til Barnahúsið Sellina á Skála, har leiðarin, Nancy Poulsen, tók ímóti og greiddi frá virkseminum.

Barnahúsið er ein dagstovnur við 2 barnastovum og 2 smábarnastovum, sum er normeraður til 60 børn. Í løtuni eru nakað fleiri børn í Barnahúsinum, tí stórur tørvur er á plássum. Tað eru góðar umstøður á stovninum, sum er um 15 ára gamal. Tað er eitt væl skipað samband millum inni- og útiøkið, sum er sera praktiskt. Leiðarin greiddi frá virkseminum á dagstovnaøkinum, og hvørjar avbjóðingar eru. Eitt nú umrøddi hon tørvin á útbúnum starvsfólkum. 


Landsstýrismaðurin takkaði fyri góðu móttøkurnar á báðum støðum. Tað er altíð gevandi at fáa innlit í dagliga virksemið og at møta børnum, starvsfólkum og leiðslu.