26.09.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Fólkaskúlin á Skúlanet: øll børn hava nú sama trygga KT-net

Fólkaskúlin á Skúlanet: øll børn hava nú sama trygga KT-net
1 / 3

Allir næmingar og lærarar í Føroyum hava nú sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum - frá minsta skúlanum á Húsum til størsta skúlan á Fløtum í Havn. 

Hetta er úrslitið av tøttum samstarvi millum Undirvísingarstýrið, kommunurnar, Gjaldstovuna og skúlarnar kring landið.

Øll KT-útgerð og net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur neyðug trygdarkrøv og skapar eitt javnt støði fyri allar skúlar – stórar sum smáar. Sostatt fáa lærarar felags og álítandi KT-amboð at arbeiða við og næmingar kunnu ferðast í einum tryggum KT-umhvørvi, tá teir eru í skúla.

Við Skúlaneti verður KT ikki longur rikið hvør sær á einstøkum skúla, men miðsavnað. Tað ger tað bæði einfaldari og tryggari, og styrkir samstundis fólkaskúlan, sum við hesum tekur enn eitt stig inn í talgildu framtíðina.

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum:

Skúlanet er eitt stórt framstig fyri føroyska fólkaskúlan. Hetta eitt felags grundarlag, sum tryggjar øllum børnum somu karmar – sama hvar í landinum tey ganga í skúla. Hetta er grundarlag undir einum sterkum og góðum fólkaskúla, har vit raðfesta trygd og menning

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum:

Eg fegnist um, at tað hevur eydnast at savna fólkaskúlan í eitt trygt og tíðarhóskandi net. Hetta er ein týðandi íløga í framtíðina: vit økja trygdina og savna kjarnuførleikarnar. Við felags útboðum og rammusáttmálum tryggja vit eisini, at vit fáa bestu loysnirnar fyri rímiligan prís.


Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum:

Við Skúlaneti hava allir skúlar ein skynsaman KT-rakstur, har trygdin er í hásæti. Hetta gevur lærarum og leiðslum størri frælsi at brúka sína orku til undirvísing og menning, heldur enn umsiting og KT-uppgávur. Skúlanet ger fólkaskúlan meira samanhangandi, tryggan og framskygdan.

Birgir av Steinum, deildarstjóri á Gjaldstovuni:

Skúlanet hevur verið bæði ein spennandi og krevjandi verkætlan, og vit hava loyst avbjóðingina saman við góðum veitarum. Við Skúlaneti hava vit saman við føroyskum undirveitarum bygt eina felags loysn, sum tryggjar sama trygga og vælvirkandi net fyri allan fólkaskúlan. Hetta er enn eitt dømi um, at vit í Føroyum saman kunnu skapa KT-loysnir í heimsflokki.
Fakta um Skúlanet
  • Skúlanet er partur av Heildarætlanini fyri KT í undirvísingarverkinum frá 2020.
  • Veitingarnar fevna um trygt undirstøðukervi, brúkaraumsiting, KT-loysnir, KT-trygd, skjalhald og stuðul.
  • Skúlanet loysir truplu KT-uppgávurnar fyri skúlarnar, so lærarar kunnu hugsavna seg um frálæru og undirvísing.
  • Skúlanet er tilsvarandi Landsnet, sum hevur verið miðsavnað KT-kervi hjá landinum seinastu 20 árini.
  • Samstarvið um Skúlanet er millum Undirvísingarstýrið, kommunurnar og Gjaldstovuna, og veitingar verða veittar saman við føroyskum undirveitarum.
  • 7130 næmingar, 1094 lærarar og starvfólk 40 skúlar og 24 kommunur eru partur av Skúlaneti.
  • Skúlin á Fløtum er størsti skúli við 784 næmingum og lærarum. Skúlin á Húsum er minsti skúli við 2 næmingum og lærara.