17.06.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Føroysku umboðini hittu Special Olympics luttakararnar

Føroysku umboðini hittu Special Olympics luttakararnar

Í kvøld verður setanarhátíð í samband við Special Olympics World Games 2023.
Í hesum sambandi eru landsstýrismaðurin í Barna- og undirvísingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, forseti ÍSF´s, Elin H. Joensen og formaðurin í Parasport Føroyar, Petur Elias Petersen við sum heiðursgestir í Berlin fyri at luttaka í setanarhátíðini, og hyggja eftir kappingunum komandi dagarnar.

Tíðliga seinnapartin var skipað fyri einari lítlari móttøku á hotellinum har føroyska ferðalagið býr, har gestirnir við fylgi heilsaðu uppá føroysku íðkararnar.
Íðkararnir vóru, sum verða man, glaðir at hitta føroysku stuðlarnar, og greiddu tey frá hvørjum ítrótti tey hvør sær skulu luttaka í, umframt onkrum av tí tey hava upplivað higartil á ferðini.

Onkur av íðkarunum hevði eisini hug at bjóða landsstýrismanninum av í armstrekkingum.

Ein hugnalig løta, nú føroyska ferðalagið bíðar eftir at verða koyrt út á Olympiska stadion seinni í dag.

Nógv verður gjørt burturúr setanini tá Special Olympics World Games eru, og lova fyrireikarnir eitt brak av einum showið eisini hesuferð.
Setanarhátíðin byrjar kl 19.15 føroyska tíð, og ber til at síggja hana á onkrari av norðurlendsku rásunum.

Myndin er av føroyska ferðalagnum saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, Elin H. Joensen ÍSF forseta og Petur Elias Petersen, formanni í Parasport Føroyum.