01.05.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Føroyar lesa á breddan

Føroyar lesa á breddan

Oddafólkini fyri átakið “Føroyar Lesa” hava greitt landsstýrismanninum, Djóna Nolsøe Joensen, frá um ætlanina, sum hevur sum endamál at varpa ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum.  At lesa er ein lykil til óteljandi góðar upplivingar, sum vit kunnu hava sjálv og saman við øðrum. Átakið var sett í verk í 2020, tí lesikanningar hava víst, at føroysk børn lesa alt ov lítið. Landsstýrismaðurin stuðlar heilhjartaður undir, at átakið “Føroyar Lesa” heldur áfram og verður styrkt.

Les meira um ætlanina her.

Á myndini eru frá vinstru: Jóhanna Wolles, Eilen Anthoniussen, Djóni Nolsøe Joensen og Turið Kjølbro.