13.11.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

First Lego League 2023

First Lego League 2023
1 / 5

28 lið úr øllum Føroyum kappaðust um vikuskifti í First Lego League kappingini. Evnið í ár var Master Piece og snúði seg um at finna hugskot og loysnir til at kveikja áhuga og upplivingar fyri list.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti kappingina. Røða hansara kann lesast her:

Góðu næmingar, lærarar, og fyriskiparar

FIRST LEGO League er ein kapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár, har tit arbeiða og hugsavna tykkum um tøkniligar loysnir, legobygging, programmering og uppfinningar. Ein stór og spennandi avbjóðing. Eisini skulu tit duga at grundgeva fyri og greiða frá tykkara hugskotum og teimum loysnum, tit eru komin fram til.

Í First Lego League fáa tit veruliga roynt tykkara fjølbroyttu evni. Hetta er ein arbeiðs- og læriháttur, sum bæði er kveikjandi og gevur næmingunum møguleika at nýta sítt forvitni og fjølbroyttu evni.

Jean Piaget, ein kendur menningarsálafrøðingur, sum hevur havt stóran týdning fyri, hvussu vit skilja læring, námsfrøði og útbúgving, sigur m.a. um undirvísing: Tey flestu halda, at útbúgving er at royna at fáa barnið at líkjast einum typiskum vaksnum. Men eg haldi, at útbúgving er at menna teirra skapanaraevni, at gera tey til uppfinnarar og nýskaparar og ikki at einsrætta. Tað er júst hetta, sum dentur verður lagdur á í First Lego League, at næmingarnir verða eggjaðir til at gera egnar royndir, finna loysnir og  skapa nakað sjálvir.

Tit hava nú í heyst arbeitt við evninum Masterpiece ella Meistaraverk, har tit hava roynt tykkara hugflog og tøkniligu og kreativu evni. Ikki minst tann stóra tøkniliga avbjóðingin við robottinum, sum tit hava roynt at loyst so skilagott, sum til ber.

Kappingin í ár snýr seg í stóran mun um at nýta tøknina til at menna listarligar upplivingar í filmi, sjónleiki, og listaverkum, har tit eisini byggja tykkara egna listaverk ella  masterpiece, sum tit so skulu royna at fáa inn á listasavnið. Eisini ljós, ljóð og upptøkutól spæla ein stóran leiklut umframt sjálvur áskoðarin. Tøknin verður í dag nýtt meira enn nakrantíð í gerandisdegnum bæði í arbeiði og frítíð. Tí er tað sera viðkomandi at arbeiða við evninum, hvussu vit kunnu nýta tøknina á ein nýskapandi hátt innan ymisk listarlig øki.

Eisini verður serligur dentur lagdur á, at tit læra at samstarva, har tit loysa uppgávurnar í felag sum eitt toymi. Tað er ikki altíð bara lætt, at læra at geva hvørjum øðrum pláss og virða hugskotini og førleikarnar hvør hjá øðrum, men eg vænti, at tit hava sannað, at í felag eru tit sterkari. Tit hava ymiskar gávur og kunnu læra hvør av øðrum, og so er tað eisini stuttligari at verða fleiri um eina uppgávu.

Tað verður spennandi at hoyra tykkara hugskot og loysnir og at vitja tykkara basar, har tit lýsa evnið á ymsan hátt, fakliga, tøkniliga og viðvíkjandi marknaðarføring og kjarnuvirðum. Tað er eisini júst tað, sum ger, at First Lego League er nakað nakað serstakt, at evnið verður lýst úr ymsum sjónarhornum, har bæði fakligir, kreativir og tøkniligir førleikar verða nýttir og skulu samvirka. Hetta gevur tykkum møguleika at nýta tykkara fjølbroyttu evni og samstundis, at pláss er fyri fleiri at luttaka, tí at spurt verður eftir ymiskum førleikum. Tann, sum er dugnaligur til tøkni, nýtist ikki eisini at duga at sniðgeva ella at lýsa fakliga partin, og tí er samstarvið í bólkinum eisini so umráðandi.

Tað er altíð ein stór avbjóðing at byggja og programmera legorobottin, so hann  bæði kann koyra á bananum og loysa tær uppgávur, sum eru ásettar í kappingini. Hesa ferð eru tær 15 í tali, men við tíðini 2,5 min. til hvørja koyring, so hava tit verið noydd í programmering og sniðgeving at velja og venja, hvørjar uppgávur tykkara robottur skal klára at gjøgnumføra.

Tit ungu eru framtíð okkara, og er tað sera umráðandi, at vit sum samfelag og skúli megna at geva tykkum íblástur, førleikar og møguleikar. Hetta eru neyðug amboð í læringini og at skapa áræði, har tit sum uppfinnarar ella nýskaparar gera hugskot til veruleika og finna loysnir.

Eg ynski tykkum ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Eg rokni við, at tit eru spent bæði til robottkappingina og framløgurnar og ikki minst at síggja úrslitini. Eg fari eisini at vísa á, at tað at luttaka og gera sítt besta, er tað, sum umræður. Øll kunnu ikki vinna, men øll kunnu læra og fáa roynt síni evni. Uttan tykkum var eingin kapping.

Eg takki fyri, at at eg var boðin við til setanina. Tað er sera lívgandi at síggja so góða  undirtøku og so fjølbroytt virksemi. Umleið 30 lið eru meldað til kappingina, og er hetta sostatt størsta First Lego League kapping, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.

Her liggur eitt stórt  arbeiði aftanfyri, sum tit fyriskiparar og skúlar eiga stóra tøkk fyri. Somuleiðis tøkk til foreldur, dómarar og øll tit, sum hava hjálpt til við at skipa dagin og gera tað møguligt, at vit í Føroyum eisini kunnu luttaka í First Lego League kappingini.

Myndirnar hevur Faroephoto tikið.