14.10.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Fakdagur um sálarligt arbeiðsumhvørvi

Fakdagur um sálarligt arbeiðsumhvørvi

Føroya Pedagogfelag hevur skipað fyri fakdegi á Tjarnum um sálarligt arbeiðsumhvørvi. 

Endamálið var at seta evnið á breddan í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi og at skapa kjak um, hvussu trivnaðurin kann betrast á arbeiðsplássum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, luttók á fakdegnum.

Hann fegnast um, at Pedagogfelagið setur sjóneykuna á hetta týdningarmikla evni, sum hevur stóran týdning fyri bæði starvsfólk og børn.