26.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Ein virkin Húsarhaldsskúli

Ein virkin Húsarhaldsskúli
1 / 3

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á vitjan á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, tók ímóti og greiddi frá virkseminum. Eisini var ein rundferð á bæði tí núverandi og tí komandi bygninginum hjá Húsarhaldskúlanum í miðbýnum í Klaksvík.

Tað er sera nógv virksemi á Húsarhaldsskúlanum. Í einum vanligum skúlaári hevur Húsarhaldsskúlin umleið 400 næmingar og skeiðsluttakarar. Tað langa skeiðið er frá august til februar, tá 21 ungir næmingar, næstan bert gentir, eru í skúlanum og læra um matgerð, handarbeiði og mangt annað. Restina av árinum eru tað styttri skeið um alt frá sunnum lívsstíli og matgerð til brodering og at seyma føroyskar vestar.