08.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Eftirmeting: Felags svarskriv sent metingarbólkinum

Eftirmeting: Felags svarskriv sent metingarbólkinum

Í sambandi við eftirmetingina av Fróðskaparsetri Føroya, hava Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya sent serfrøðingunum eitt felags svarskriv, ið viðgerð tær niðurstøður og tey tilmæli, sum serfrøðingarnir eru komnir fram til í eftirmetingini.

Í skrivinum ber til at lesa um nøkur av teimum átøkum, sum eru ávegis, og sum ætlanir eru at raðfesta komandi árini, bæði innanhýsis á Setrinum og meira yvirskipað, tá tað kemur til altjóðagerð innan hægri útbúgving.

Svarskrivið kann lesast her

Ensk útgáva av svarskrivinum kann lesast her.

Svarskrivið er partur av uttanhýsis eftirmetingini, sum varð gjørd av Fróðskaparsetri Føroya, í tíðarskeiðnum 2021 – 2022. Metingararbeiðið er liður í arbeiðinum mótvegis at styrkja Setrið sum universitet og í arbeiðinum hjá Føroyum at gerast partur av Bolognatilgondini.