23.01.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barnaverndarstovan á gátt

Barnaverndarstovan á gátt

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur havt sín fyrsta fund við Barnaverndarstovuna, sum komandi árini kemur at verða ein tættur samstarvspartur innan barnaverndarøkið.

Á fundinum vóru nógv viðurskifti umrødd, og landsstýrismaðurin fekk kunning um, hvussu Barnaverndarstovan  metti um støðana innan ymisku økini.

Í samgonguskjalinum er ásett, at samstarvið við Barnaverndarstovuna skal styrkjast, og barnabústovnar skulu byggjast. Eisini er sett út í kortið, at Barnaverndarlógin skal dagførast, og arbeiðsviðurskiftini hjá forstufamiljum skulu betrast.

Djóni Nolsøe Joensen nevndi, at hetta eru viðurskiftið, sum hava alstóran týdning at vit fáa gjørt nakað við sum skjótast.

Á myndini eru frá vinstru: Oddbjørg Balle, leiðari á BVS, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður og Anna Dam, løgfrøðingur hjá BVS.