30.09.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barnaverkætlanin hægstu raðfesting

Barnaverkætlanin hægstu raðfesting

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett Barnaverkætlanina sum sína hægstu raðfesting í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024.

“Vit skulu seta barnið og tey ungu í miðdepilin og fáa allar skipanirnar í samfelagnum at virka í felag og sameint fyri at loysa avbjóðingarnar innan økið. Tað er eingin, sum kann gera tað einsamallur, men saman eru vit sterk” sigur landsstýrismaðurin.

Saman við landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum, hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at orða eina framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum.

Høvuðsmálið er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum ymiskar skipanir, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Fyribyrgjandi átøk og heilsufremjandi tiltøk skulu eisini virka við til at røkka málinum.

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur leiðsluna av tvørgangandi verkætlanini, sum hevur fingið hægstu raðfesting.

Tilgongdin byggir á háttaløg og meginreglur fyri menning frá nýggjastu altjóða gransking innan fyri strategi og leiðslu innan tað almenna. Tað hevur við sær, at umboð fyri allar partar eru breitt og áhaldandi tikin við, og at tey fáa møguleika at verða hoyrd og fáa veruliga ávirkan á loysnirnar.