13.11.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barnamálaráðharrar samstarva

Barnamálaráðharrar samstarva

Norðurlendsku barnamálaráðharrarnir hittust fyri fyrstu ferð á netfundi tann 8. november. Sum nakað nýtt, hava flestu av londunum skipað barnamál sum tvørgangandi politiskt ábyrgdarøki undir einum ráðharra. Júst sum vit eisini hava gjørt í Føroyum við skipanini av Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Tað var íslendski útbúgvingar- og barnamálaráðharrin Ásmundur Einar Daðason, sum hevði bjóðað til fundin, og luttøkan var góð frá londunum. Ráðharrarnir skiftu orð um, hvussu støðan var hjá børnum og ungum hjá teimum. Tað eru nógv viðurskifti, sum líkjast, og londini hava góðar møguleikar at samstarva. Tey kunnu læra av royndum hjá hvør øðrum og menna loysnir, sum møguliga kunnu brúkast í fleiri londum.

Djóni Nolsøe Joensen greiddi frá Barnaverkætlanini, sum vit eru farin undir í Føroyum. Tilgongdin er í stóran mun løgd til rættis við íblástri úr Íslandi. Hann nevndi, at fýra landsstýrisfólk saman við formansskapinum í Kommunufelagnum í mars mánaði skrivaðu undir semjuskjal, um í felag at virka fyri at skipa góðar loysnir kring børn og ung.

Stór vitanarráðstevna var í Norðurlandahúsinum 13. november, har ein breið fjøld av fakfólkum og áhugapørtum viðgjørdu støðuna saman. Tilfarið frá hesi ráðstevnuni er grundarlag fyri, hvussu farið verður víðari fram, og hvussu arbeitt verður við ætlanini í komandi ári, tá játtan væntandi fyriliggur til endamálið.