29.09.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barnalógin væl áleiðis

Barnalógin væl áleiðis

Arbeiðið gongur væl við fyrstu føroysku barnalógini, sum ætlandi verður løgd fyri Løgtingið í februar 2026.
Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið, Heilsumálaráðið og Kommunufelagið, sum ígjøgnum Barnaverkætlania hava lýst tørvin á eini barnalóg, sum arbeitt verður við.

Børn og ung í Føroyum hava eisini givið sítt stóra íkast til lógina ígjøgnum barnafrágreiðingina, sum var skrivað í sambandi við barnaráðstevnurnar fyrr í ár. Frágreiðingin kann lesast her.

Ynskja tit at fylgja við í arbeiðinum, ber til at fylgja okkum á okkara facebook vanga her ella á heimasíðu okkara www.bav.fo.

Filmur frá Barnaráðstevnuni sæst her:

 

 

Fakta

Ein føroysk barnalóg skal tryggja, at øll børn í Føroyum vaksa upp undir tryggum og góðum umstøðum. Lógin verður m.a. grundað á Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum staðfestir, at øll børn hava rætt til vernd, umsorgan og at verða hoyrd í avgerðum, sum ávirka teirra lív.