24.01.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Anna Maria Reinert Jensen sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Anna Maria Reinert Jensen sett sum skúlastjóri í Vestmanna skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna.

Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt. Hon hevur síðan 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari øll árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir. Hetta síðsta skúlaárið hevur Anna Maria Reinert Jensen starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla.