02.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Á vitjan á Miðnámi í Vestmanna

Á vitjan á Miðnámi í Vestmanna

Landsstýrismaðurin var hósdagin á vitjan á Miðnámi í Vestmanna. Skipað var fyri rundvísing og fyri kunning um skúlan og møguligar ætlanir fyri framtíðina á skúlanum. Miðnám í Vestmanna bjóðar í dag tilfeingisbreyt, alaraútbúgving og ferðaleiðaraskeið.

Magnus Gaard, rektari, greiddi frá, at møguleikar eru fyri at útbyggja skúlan og bjóða fleiri útbúgvingar út, men til tað krevst meiri pláss á skúlanum. Talan kundi eitt nú verið um yrkisútbúgvingar innan t.d. náttúrufyrisiting og landbúnað. Umframt aðrar gymnasialar breytir enn verandi tilfeingisbreyt.