02.05.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Á ferð í Íslandi

Á ferð í Íslandi

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, er í Íslandi í hesum døgum. Í morgun gekk leiðin til føroysku sendistovuna, har Halla Nolsøe Poulsen, sendikvinna, tók ímóti.

Nógv er á skránni í Íslandi hesa vikuna, við norðurlendskum ráðharrafundi og at fáa kunning frá íslendska starvsbróðrinum og hansara fólki um tilgongdina á barnaøkinum.