24.01.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

24. januar er altjóða útbúgvingardagur

24. januar er altjóða útbúgvingardagur

Dagurin í dag, tann 24. januar,  er av Sameindu Tjóðum settur sum altjóða útbúgvingardagur. Ein dagur, tá vit seta sjóneykuna á týdningin av útbúgving hjá hvørjum einstøkum, fyri samfelagið og fyri heimin sum heild.

Allir heimsins borgarar hava rætt til eina dygdargóða útbúgving og hesum eiga øll heimsins lond at virka í felag fyri.  Vitan og upplýsing er vegurin til frið í heiminum.

Djóni Nolsøe Joensen sigur soleiðis:

"Sum landsstýrismaður vil eg virka fyri heimsmáli nummar 4, sum er, at tryggja inkluderandi og javnbjóðis dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.