- Felags svarskriv sent eftirmetingarbólkinum
Í samband við eftirmetingina av Fróðskaparsetri Føroya, hava Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya sent serfrøðingunum eitt felags svarskriv, ið viðgerð tær niðurstøður og tey tilmæli, sum serfrøðingarnir eru komnir fram til í eftirmetingini.
Í skrivinum ber til at lesa um nøkur av teimum átøkum, sum eru ávegis, og sum ætlanir eru at raðfesta komandi árini, bæði innanhýsis á Setrinum og meira yvirskipað, tá tað kemur til altjóðagerð innan hægri útbúgving.
Svarskrivið kann lesast her
- Letter of Response to International Review Team
The letter can be read here.
- Fróðskaparsetur Føroya eftirmett - 12. desember 2022
- Lesivanakanning 2020-2022 - nov. 2022
Les lesivanakanningina her.
- Frágreiðing um public service virksemið hjá KVF 2021
Frágreiðing um public service virksemið hjá KVF 2021 - Les her.
- Frágreiðing um public service virksemið hjá KVF 2020
Frágreiðing um public service virksemið hjá KVF 2020 - Les her.
- Frágreiðing um public service virksemið hjá KVF 2019
Frágreiðing um public service virksemið hjá KVF 2019 - Les her
- Vegleiðing um barnaváttanir 31. mai 2022
- Faldarin "Í góðum hondum" 6. apríl 2022
- Framløgan "Í góðum hondum" 6. apríl 2022
- Frágreiðing frá Miðlastuðulsnevndini - mars 2022
Frágreiðing um virksemi hjá Miðlastuðulsnevndini í 2021. Les her.
- Frágreiðing um frítíðarvanar hjá føroyingum - 28. februar 2022
Í Føroyum er tað sera væl umtókt at íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv í frítíðini, vísir nýggj kanning um frítíðarvanar hjá føroyingum, ið eisini var løgd fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 2. mars 2022.
“Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” - les her.
- Temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini innan vælferðarøkið - Apríl 2021
Búskaparráðið hevur sambært áheitan frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum gjørt eina temafrágreiðing um starvsfólkatørvin næstu 10 árini innan vælferðarøkið.
Í arbeiðinum við kanningini hevur Búskaparráðið verið í sambandi við nógvar partar fyri at finna fram til, hvørja broytingar væntandi verða innan starvsfólkatørvin komandi árini. Kanningin viðvíkur tí øllum hesum pørtum, sum vóru við til framløguna.
Frágreiðingin kann lesast her.
- Frágreiðing frá Miðlastuðulsnevndini - Mars 2021
Frágreiðing til landsstýrismannin frá Miðlastuðulsnevndini um viðgerð av umsóknunum 2020. Les her.
- Frágreiðing um luttøku Føroya í Horizon 2020 - 3. nov. 2020
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur tann 3. november 2020 fingið handað frágreiðing um luttøku Føroya í sjeyndu rammuskránni og Horizon 2020 og tilmæli um framtíðar kósina - eftirmeting av ES granskingarsamstarvinum.
Les frágreiðingina her.
- Uttanríkispolitisk frágreiðing 2018
- Frágreiðing um umskipanir í Mentamálaráðnum - Januar 2018
- Frágreiðing um public service virksemið í KvF 2016 - 29. mai 2017
Frágreiðing um public service virksemið í KvF 2016. Les her.
- Frágreiðing um public service virksemið í KvF 2015 - 29. mai 2017
Frágreiðing um public service virksemið í KvF 2015. Les her.
- Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya - 13. januar 2015
Ein uttanhýsis serfrøðinganevnd hevur eftirmett Fróðskaparsetur Føroya, og var eftirmetingin løgd fram á almennum fundi í Mentamálaráðnum týsdagin 13. januar 2015. Henda eftirmeting er tann fyrsta av sínum slagi, og er ásett í løgtingslógini um Fróðskaparsetur Føroya. Eftirmetingin skal vera við til at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya livir upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.
Í serfrøðinganevndini vóru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari PhD., Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari Dr. Phil., University of Zürich og University of Basel. Les her.