Dátuvernd
Barna- og útbúgvingarmálaráðið er dátuábyrgdari. Tað merkir, at stovnurin fær persónsupplýsingar frá borgarum, oftast í sambandi við fyrispurningar innanfyri málsøkini hjá stovninum. Tað kann tó eisini vera í sambandi við onnur viðurskifti.
Í allari viðgerð leggur Barna- og útbúgvingarmálaráðið stóran dent á at tryggja og verja persónsupplýsingar. Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum eru knýttar ella kunnu knýtast at ávísum likamligum persóni, sambært §6 í dátuverndarlógini.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal – eins og allar fyritøkur og almennir stovnar í landinum – viðgerða persónsupplýsingar sambært ásetingum í dátuverndarlógini.
Hetta merkir millum annað, at persónsupplýsingar
- skulu viðgerast lógliga, rímiliga og á gjøgnumskygdan hátt,
- skulu savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál, og
- skulu vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til (§7 í dátuverndarlógini).
Dátuverndarfólk í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er Noomi K. Rasmussen, telefon 555024, teldupost noomir@bumr.fo. Fyri okkara undirliggjandi stovnar er Beinta Hovgaard dátuverndarfólk, tlf. 555056, teldupost beintah@bumr.fo.