
Tann 10. apríl 2022 varð lógin nr. 433 um ”Fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru rikin úr Ukraina”, sett í gildi fyri Føroyar.
Tað merkir, at frá 10. apríl 2022 hava ukrainar, ið eru flýddir til Føroya, møguleika fyri at søkja um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað er umráðandi at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Uttanríkis- og Mentamálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum tilber.
Tað ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið att.: Eyðdis Eidesgaard, at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.
Hon er at hitta á tlf 555048 ella teldupost: eyddis@uvs.fo
Í vinstra bredda her á heimasíðuni verður løgd kunning og ráðgeving í sambandi við fyribils flóttafólk og skúlagongd.
Seinast dagført 26. apríl 2022
Viðkomandi heimasíður eru: