Fólkaskúlin

Fólkaskúlin er almenni skúlin, ið bjóðar undirvísing í 9 ára grundskúla og sjálvbodna 10. árið. Harumframt kann landsstýrismaðurin loyva kommunum at stovna 1 árs forskúlaflokkar.

Uppgáva fólkaskúlans er at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, ið stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyrisitur undirvísingarmál og hevur undir landsstýrismanninum fyrisitingarligt og fíggjarligt eftirlit við fólkaskúlanum, eins og at ráðið hevur ráðleggingina av honum um hendi.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið ger uppskot um stevnumið fólkaskúlans og undirvísingina í honum, eins og at ráðið tryggjar, at undirvísingartilfar er tøkt. Eisini hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið eftirlit við, at reglur og áløgd tiltøk og próvtøkur í fólkaskúlanum verða hildin.