Barnahúsið

Endamálið við Barnahúsinum er tryggja, at børn hava eitt gott heildartilboð um hjálp og viðgerð á sama stað. Barnahúsið er mannað við fakfólkið við førleikum at taka sær av kynsligum ágangi og øðrum harðskapi móti børnum. Talan er um eitt trygt stað, har børnini kunnu kenna seg væl, har ið avvarðandi myndugleikar koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast runt til ymiskar myndugleikar.

Barnahúsið virkar eisini sum karmur um eitt tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum.

Virksemið í Barnahúsinum fevnir m.a. um at avhoyra barnið og kanna, um tað hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Harumframt fáa børn og familjur kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum.

Tað er Barnaverndarstovan, sum umsitur og rekur Barnahúsið, ið er formliga skipað við avtalu millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta og Kommunufelagið.