Barnavernd

Endamálið við barnavernd er at tryggja børnum, sum eru stødd í Føroyum, hjálp og umsorgan í rættari tíð, um hesi liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, og at hjálpa hesum børnum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið (fyrrverandi Almannamálaráðið) hevur yvirskipaðu ábyrgdina av lóggávuni á barnaverndarøkinum, herundir barnaverndarlógini við tilhoyrandi kunngerðum. Umsitingin av barnaverndarmálum liggur hjá kommununum, ið veita hesa tænastu gjøgnum lokalu barnaverndartænasturnar.

Avvarðandi landsstýrisfólk stovnsetur og rekur samdøgursstovnar og aðrar samdøgursfyriskipanir fyri børn og familjur, ið eru fevnd av barnaverndarlógini, og landsstýrisfólkið varðar samstundis av teimum børnum, ungu og familjum, ið eru innskrivað á hesar samdøgursstovnar.

Barnaverndarlógin kann lesast her.