Barnarættindasáttmálin

Í 1993 samtykti Løgtingið Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum (Barnarættindasáttmálin).

Barnarættindasáttmálin ásetir grundleggjandi rættindi hjá børnum, tað eru borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og mentanarlig rættindi.

Við Barnarættindasáttmálanum hava limalondini bundið seg til at fylgja ávísum reglum um barnarættindi, og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu limalondini verða fyri ábreiðslum frá ST.

Committee on the Rights of the Child (CRC) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við Barnarættindasáttmálan.

Fimta hvørt ár skulu Føroyar lata frágreiðing til ST um framstig og fyriskipanir á barnaverndarøkinum sambært Barnarættindasáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini. Føroyar vóru seinast til hoyring í ST nevndini 15. september 2017. Viðmerkingarnar frá nevndini kunnu lesast her,

og ein samandráttur á føroyskum kann lesast her.

Í sambandi við, at Barnarættindasáttmálin í 2014 fylti 25 ár, gjørdi Landsstýrið eina støðulýsing yvir tey framstig, ið eru framd á barnarættindaøkinum, síðani Føroyar vóru til fyrstu hoyringina í 2011. Støðulýsingin kann lesast her.

Barnaumboðsmaður

Sum ein liður í at styrkja rættindi hjá børnum í Føroyum, er virksemi hjá Løgtingsins Umboðsmanni víðkað til eisini at vera Barnaumboðsmaður.

Barnaumboðsmaðurin hevur eftirlit við rættartrygdini hjá børnum og ungum, umframt at umboðsmaðurin virkar sum málgagn hjá børnum.

Slóð til heimasíðu Barnaumboðsmannin 

Barnabati

Barnabati er ein landsfelagsskapur, ið arbeiðir fyri at hjálpa og bøta um korini, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.

Barnabati umsitur Tú og Eg ráðgevingina, ið er eitt ókeypis tilboð um navnleysa hjálp. Ráðgevingin er óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði, og veitir neutrala og fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving til øll tey, sum seta seg í samband við hana, umvegis telefon, kjatt ella bræv.

Slóð til heimasíðu Barnabata 

Faldari til fakfólk um fráboðanarskylduna

Barnaverndarstova Føroya og Sig Frá-verkætlanin hava saman framleitt ein faldara um fráboðanarskylduna til fakfólk.

Heitið á faldaranum er: Børn hava rætt til eitt gott lív.

Fakfólk eru her tey, sum hava tætt samband við børn, til dømis námsfrøðingar, lærarar, heilsufrøðingar, ljósmøður og kommunulæknar. Fráboðanarskyldan umfatar børn og ung, sum hava brúk fyri hjálp orsakað av viðurskiftum heima við hús, ella tí tey verða misnýtt.

Í bóklinginum eru svar at finna um spurningar so sum:

  • Hvat merkir fráboðanarskylda fyri fakfólk?
  • Hvussu tekur tú vandatekin í álvara?
  • Hvussu greiðir tú frá tíni stúran?

Vil faldaranum vilja vit lýsa fráboðanarskylduna til fakfólk til fulnar og gera tað lættari hjá teimum at bera seg rætt at. Hetta er eitt álvarsligt evni, og tí er alneyðugt, at øll framferð og tilgongd fer rætt og virðiliga fram.

Bóklingurin er tøkur á HER Á HEIMASÍÐUNI og kann eisini bíleggjast frá Barnaverndarstovu Føroya á bvs@bvs.fo.