Arbeiðsøki

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum umsitur høvuðsøkini útbúgving, gransking og barnaøkið.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið umsitur barnaøkið, dagstovnar, fólkaskúlamál, vinnu- og miðnámsskúlamál, vísinda- og granskingarmál umframt barnaverndarmál. 

Eisini er ein umfevnandi barnaverkætlan í gongd, sum Barna- og útbúgvingarráðið stendur fyri saman við Almanna- og mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Lógmálaráðnum og Kommunufelagnum.