Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar eru útbúgvingar, har útbúgvingartíðin er samansett av læru á einum arbeiðsplássi og skúlagongd. Fyri at fáa eina yrkisútbúgving er neyðugt at gera lærusáttmála við arbeiðsgevara, sum hevur læruplássgóðkenning.
Ábyrgdin fyri yrkisútbúgvingunum
Landsstýrismaðurin og arbeiðsmarknaðarpartarnir hava felags ábyrgd av yrkisútbúgvingunum og veita hvør sín part av innihaldinum í yrkisútbúgvingunum í læru og í skúlaskeiðum. Arbeiðsmarknaðarpartarnir eru skipaðir í eitt Yrkisútbúgvingarráð og eina Yrkisnevnd. Yrkisútbúgvingarráðið ráðgevur landsstýrismanninum í yvirskipaðum málum innan yrkisútbúgvingarøkið, eitt nú hvørjar útbúgvingar arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á, skipan og umskipan av útbúgvingum, og onnur yvirskipað mál, sum hava við yrkisútbúgvingarnar at gera. Yrkisnevndin ásetir fakliga innihaldið og skipanina av verandi yrkisútbúgvingunum.
Yrkisdepilin umsitur yrkisútbúgvingarnar og er fyrisiting hjá arbeiðsmarknaðarpørtunum, tá ræður um yrkisútbúgvingar sambært ásetingunum í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.
Vavið av yrkisútbúgvingum
Umleið 70 yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum. Longdin á yrkisútbúgvingunum er ymisk og liggur ímillum 2 ár, 6 mánaðir til 5 ár, 6 mánaðir. Útbúgvingarnar eru bygdar upp soleiðis, at lærlingurin í útbúgvingartíðini skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd. Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara ella hárfríðkara. Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara, dátutøkning, miðlagrafikara o.a., er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi. Býtið ímillum skúla og verkliga læru er vanliga, at skúlatíðin telur umleið ¼ og læran ¾ av útbúgvingartíðini.
Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar
Við einum yrkis- ella sveinabrævi hevur tú arbeiðsførleikar at arbeiða innan tað yrki, sum tú ert útbúgvin innan, ella til ber at fara undir aðra útbúgving á Vinnuháskúlanum, til diplomútbúgvingar ella til professiónsbachelor. Tað er í flestu førum neyðugt at taka ávís almenn fak, um ynski er um at útbúgva seg víðari á universiteti.
Yrkisútbúgvingar geva rætt til løn ígjøgnum útbúgvingartíðina, eisini í skúlatíðini, og lærlingar kunnu søkja TAKS um lærlingafrádrátt á 50 tús. kr. um árið.
Les alt um Yrkisútbúgvingar á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum her.