Hægri útbúgvingar og Fróðskaparsetrið

Fróðskaparsetur Føroya hevur skyldu til at skipa fyri, at lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið ber likamligt ella sálarligt brek og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella serligum stuðli, fær tilboð um hetta. Um lesandi er forðaður í at fylgja vanligu undirvísingini, tí hann ber brek, kann Fróðskaparsetrið í serligum førum játta, at útbúgvingartíðin verður longd, at lesandi fær serlig undirvísingaramboð, at próvtøkutíðin verður longd, o.a.

Fróðskaparsetrið hevur somuleiðis skyldu til at tryggja, at stuðulsátøkini ikki lækka um akademiska støðið á útbúgvingini.

Fróðskaparsetur Føroya viðger og tekur avgerð í øllum málum um sernámsfrøðiliga hjálp ella serligan stuðul til lesandi á Fróðskaparsetrinum, og víst verður tískil til Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetur Føroya - sí her.