Dagstovnaøkið

Kommunurnar hava ábyrgd av virkseminum á dagstovnunum. Kommunurnar hava m.a. skyldu at tryggja, at børn við serligum tørvi fáa rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, umframt at hølisumstøðurnar og námsfrøðiligu tilboðini eru tillagað serliga tørvinum, sí § 5 í dagstovnalógini.

Dagstovnar í teimum stóru kommununum hava skipað eina námsfrøðiliga ráðgeving, harumframt hava dagstovnar møguleika at fáa ráðgeving frá Sernámi grundað á grein 4, stk. 6 í fólkaskúlalógini.