Heilsuskúlin

Útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum fevna um heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.

Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur 15 mánaðir og gevur atgongd til heilsurøkraraútbúgvingina, sum tekur 22 mánaðir. Námsfrøðihjálparaútbúgvingin tekur 24 mánaðir. 

 

 

Útbúgvingarnar eru eitt tilboð, bæði til heilt ung og til meira tilkomin, og geva tær førleik­ar at arbeiða innan røktar-, um­sorg­an­ar- og stuðulsøkið.

 

 

Við námsfrøðihjálparaútbúgvingini lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. 

Skift verður ímillum skúlagongd á Skúladeplinum í Suðuroy og starvsvenjing runt alt landið.

Heilsu­røkt­ara­næmingar eru harumframt eisini á sjúkrahúsi og innan psykiatriska økið í starvsvenjing.

Til ber at fáa góðskrivað partar av útbúgv­ingini, um tú hevur arbeiðsroyndir og/ella skúla­gongd, ið lúka krøvini fyri góðskriving.

Meiri kunning um Heilsuskúlan sæst her.