Lestrarstuðul

Studni er ein fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum

Studni umsitur lestrarstuðulin til lesandi í Føroyum umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er stuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond. Yvirskipaða kunningin og vegleiðingin um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands, er eisini staðsett á Studna.

Nógv tann størsti parturin av stuðlinum, ið Studni letur, verður latin til lesandi í Føroyum. Afturat stuðulinum til lesandi í Føroyum umsitir Studni ávísar stuðulsskipanir, ið veita stuðul til føroyingar uttanlands, t.d. ferðastudningin og ÚSUN-stuðulin.

Studni, ið áður æt Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar fingu tá heimild til at gera egnar lógir og reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum.

Núgaldandi lóg er løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul við seinni broytingum.

Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði í 1988, og í løtuni eru umleið 8.000 virknar sakir á Studna. Peningarenslið er umleið 130 mió. kr. – útreiðslujáttanin er umleið 120 mió. kr. og inntøkujáttanin er umleið 10 mió. kr.

www.studni.fo