Stuðul í sambandi við gransking

Granskingarráðið umsitur Granskingargrunnin og letur stuðul til gransking, menning og nýskapan. Hvørt ár verða ávís øki raðfest soleiðis, at granskingarverkætlanir, ið hoyra undir hesi øki, hava serligan fyrimun. Søkjast kann um stuðul hóast ávísa verkætlanin ikki hoyrir undir raðfestu økini.
Sí heimasíðuna hjá Granskingarráðnum.

Løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan er at finna her.

Fólkaskúlagrunnurin kann veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði. Grunnurin skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum. Eftir umsókn verður stuðul latin annað hvørt ár til at fyrireika og fremja arbeiðið. Uttanríkis- og mentamálaráðið er skrivstova hjá grunninum, og deildarstjórin á fólkaskúladeildini hevur dagligu leiðsluna.
Viðtøkurnar fyri fólkaskúlagrunnin eru at finna her.

Norðurlendskur granskingarstuðul

Granskingarsáttmálin við ES (pdf-skjal á enskum)

Granskingarsáttmálin við ES á føroyskum (leinki til løgtingssamtykt)

Granskingarsáttmálin við ES (á donskum, leinki til ES-síðu)