Tann 10. apríl 2022 varð lógin nr. 433 um ”Fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru rikin úr Ukraina”, sett í gildi fyri Føroyar.

Tað merkir, at frá 10. apríl 2022 hava ukrainar, ið eru flýddir til Føroya, møguleika fyri at søkja um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Tað er umráðandi, at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja, at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum til ber.  

Tað  ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið att.: Jónleif Johannesen at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.

Hann er at hitta á tlf. 555062 ella teldupost: jonleif@uvs.fo 

 

Í vinstra bredda her á heimasíðuni verður løgd kunning og ráðgeving í sambandi við fyribils flóttafólk og skúlagongd.

Seinast dagført 23. mai 2024

Viðkomandi heimasíður eru:

www.integration.fo

www.redcross.fo

www.undirvising.fo

www.snar.fo

www.vegleiding.fo