Føroyskt sum annaðmál

Ein týdningarmikil liður í integratiónspolitikki landsstýrisins er at skipa fyri, at borgarar, sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrstamál, fáa møguleika fyri at ogna sær hollar førleikar at samskifta á føroyskum, møguleika fyri at ogna sær holla vitan um samfelag og mentan í Føroyum, eins og møguleika at útbúgva seg innan føroysku útbúgvingarskipanina. Mett verður, at hetta er umráðandi fyri at tryggja góða integratión.

Sambært Útlendingastovuni eru tað í 2024 umleið 2.420 borgarar í Føroyum, sum hava sín uppruna í 3. londum og í øðrum londum í Evropa enn í Norðurlondum. Hagstova Føroya sigur frá nakað hægri tølum: 1.827 borgarum úr 3. londum og 1.389 borgarum úr øðrum evropeiskum londum enn Norðurlondum.

Í 2019 skipaði landsstýrið eina verkætlan, sum skuldi slóða fyri skipaðum viðurskiftum á hesum øki. Mett var, at málið var búgvið til at verða lagt í eina fasta legu, við landsumfatandi málundirvísing fyri borgarar, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál.

Tann 13. mai 2024 varð eitt lógaruppskot hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um føroyskt sum annaðmál samtykt, ið staðfestir ein løgfrøðiligan karm fyri undirvísing av borgarum í Føroyum, sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrsta mál. Eitt landsumfevnandi tilboð um undirvísing í føroyskum sum annaðmál skal tryggja, at allir tilflytarar hava sama møguleika at fáa undirvísing. 

Tryggjað verður eisini, at ávísar vinnur, har tað verður mett neyðugt, kunnu umbiðja sær serstøk tilboð um undirvísing til síni starvsfólk. Tá kann undirvísingartilboðið verða fyriskipað fyri gjald sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Les “Uppskot til løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál” her.

Føroyskt sum annaðmál (FSA) fyri vaksin og føroyskt fyri útlendingar
Skeiðini fyri vaksnar tilflytarar, ið vilja læra føroyskt, eru skipaði sambært § 15, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 70 um frítíðarundirvísing v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 10. desember 2003.

Undirvísingin verður skipað sum serstøk frítíðarundirvísing sambært kap. 3 og 7 í lógini og § 5 í rundskrivi nr. 1 um serundirvísing vaksnamanna.

Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin
Vaksnir tilflytarar kunnu fylgja skeiði og nema sær ókeypis málundirvísing, sum fylgir námsætlanini í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin, og sum endar við stig- ella støðuroynd. Talan er um long FSA-skeið, ið taka 1-3 ár. Skeiðini eru staðsett í 4 støðum í landinum: FSA Kambsdalur, FSA Suðuroy, FSA Vágur og FSA Tórshavn. Tað er Undirvísingarstýrið, ið samskipar undirvísingina í samstarvi við samstarvsskúlunum.

Føroyskt fyri útlendingar
Kommunur landsins bjóða eisini stutt ókeypis skeið í føroyskum út fyri bæði útlendingar og onnur. Hesi skeið eru kring alt landið og verða skipað sum styttri skeið, ið kunnu enda við eini visitatión til føroyskt sum annaðmál.