Dagføring av dagstovnalógini
Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir í løtuni við at dagføra dagstovnalógina, sum er grundarlagið undir føroyska dagstovnaøkinum. Í verandi skipan eru bæði ábyrgdarbýti umframt fakligu karmar og ráðgeving ógreið, og hevur hetta við sær ójavnbjóðis tænastur og ótryggar námsfrøðiligar karmar kring landið. Tískil er neyðugt at dagføra lógina, soleiðis at hon samsvarar við nútíðarkrøv, fakligar leiðreglur og norðurlendskar fyrimyndir.
Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á fýra kjarnuøki: Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving, virkisøki — tað vil siga, hvat lógin skal fevna um — umframt at styrkja námsfrøðiliga menningina.
Lógarbroytingarnar skulu tryggja eitt gott grundarlag fyri eitt meira samanhangandi og fakliga haldført dagstovnaøki, har námsfrøðiliga arbeiðið verður styrkt, og samstarvið millum land og kommunur verður greiðari.
Arbeiðið, sum verður gjørt í tøttum samstarvi við Kommunufelagið, gongur væl, og ætlanin er at leggja eitt lógaruppskot fram í inniverandi tingsetu, sum kann tryggja bæði dygd, samanhang og menning í øllum dagstovnum kring landið.
Dagført 10. oktobur 2025