Fleiri áhugaverdar fakligar framløgur vóru á vitanarráðstevnuni, sum lýstu ymsar tættir innan barna- og ungdómsøki. Eisini greiddi umboð úr Íslandi frá, hvussu tey vóru farin undir eina líknandi tilgongd.

Allir luttakarar arbeiddu virknir saman við at lýsa viðurskiftini og at tekna ein samlaða mynd av støðuni og skitsera møguligar loysnir fyri avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í okkara samfelag. Tað framleidda tilfarið frá ráðstevnuni fer nú at innganga sum partur í strategisku tilgongdini, sum verður løgd til rættis fyri, hvussu farið verður víðari við Barnaverkætlanini.

Málið er at sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum, so tey fáa viðburð og trivnað. Forðingar millum ymsu skipanirnar skulu lagast niður, og tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Eisini skal arbeiðast við fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøkum fyri at røkka málinum. Ætlanin er eisini at styrkja granskingina, sum viðvíkur hesum økinum, soleiðis at arbeitt verður málrættað og grundað á vitan.

Tilfar frá Vitanarráðstevnuni 2023

Framløga frá vitanarráðstevnuni kann síggjast her.

Frágreiðing: samanskriving av bólkaarbeiðum og niðurstøður sæst her.