Tann 13. november var Norðurlandahúsið karmur um stórfingna vitanarráðstevnu í sambandi við Barnaverkætlanina, sum tey fýra landsstýrisfólkini og formansskapurin í Kommunufelagnum í felag eru farin undir.

Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, sum hevur fingið uppgávuna at standa fyri verkætlanini, og er hetta gjørt í tøttum samstarvi við hinum pørtunum.

Øll vóru hesi við á ráðstevnuni, saman við fakfólkum frá teirra geirum, umframt nógvum ymsum áhugapørtum í samfelagnum. Tilsamans vóru umleið 250 luttakarar á ráðstevnuni, sum veruliga setti hol á ta breiðu fólksligu tilgongdina við barnaverkætlanini.