Stýrisbólkur 
Barnaverkætlanin er skipað við einum stýrisbólki, sum er mannaður við ovastu stjórunum fyri teir luttakandi partarnar umframt einum verlætlanartoymi. Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur leiðsluna av tvørgangandi verkætlanini, sum er raðfest í fíggjarlógaruppskotinum. Fyrireikandi virksemið í 2023 er fíggjað við innanhýsis raðfesting í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og nakað av ískoytisfígging frá hinum pørtunum.

Tilgongdin byggir á háttaløg og meginreglur fyri menning frá nýggjastu altjóða granskingini innan fyri strategi og leiðslu innan tað almenna. Hugt verður eisini eftir, hvussu íslendingar arbeiða við somu avbjóðingum. Luttakararnir í stýrisbólkinum eru:

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, - Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Nella Festirstein, aðalstjóri, - Løgmálaráðið
Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, - Almanna- og mentamálaráðið
Turid Arge, aðalstjóri, - Heilsumálaráðið 
Eyðun Christiansen, kommunustjóri, - Kommunufelagið

Politiskur fylgibólkur
Fyrst í oktober í 2023 bleiv ein politiskur fylgibólkur settur við limum og varalimum fyri politisku flokkarnir, og eru luttakararnir hesir:

Fólkaflokkurin: Bárður á Lakjuni, limur, og Árni Skaale, varalimur
Framsókn: Karlot Hergeirsson, limur, og Sólvit Nolsø, varalimur
Javnaðarflokkurin: Jóhannis Joensen, limur, og Súsanna Bertholdsen, varal.
Miðflokkurin: Jenis av Rana, limur, og Steffen Poulsen, varalimur
Sambandi: Johan Dahl, limur, og Kaj Leo Holm Johannesen, varalimur
Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir, limur, og Annika Olsen, varalimur

Verkætlanartoymið 
Eitt verkætlanartoymi er sett, ið skipar arbeiðið við arbeiðsbólkum, tilvísingarbólkum, seminarum, verkstovum og ráðstevnum við breiðari luttøku. Tað er gjøgnum samskapan, at tillagingar og broytingarnar skulu finnast og síðani roynast, áðrenn størri umleggingar verða gjørdar. Luttakararnir eru í høvuðsheitum hesir:

Dánjal Pauli Haraldsen, verkætlanarleiðari
Steffen Løfvall, strategiráðgevi
NN, fakligur leiðari (í løtuni varða avloysarar av fakliga leiðarastarvinum)

Fakligi samskipanarbólkurin
Avvarðandi partar hava tilnevnt eitt umboð hvør í fakliga samskipanarbólkin, og eru luttakararnir hesir:

Barbara Á. Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið
Katrin Gaard, Heilsumálaráðið
Joan Knudsen, Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Gudrum M. Nolsøe, Løgmálaráðið
Anna Dam, Kommunufelagið