Høvuðsbarnaverndarnevndin
Høvuðsbarnaverndarnevndin skal viðgera ávís mál í sambandi við arbeiðið hjá barnaverndarnevndunum kring landið. Eitt nú skal Høvuðsbarnaverndarnevndin taka avgerð í:
- øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti,
- málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan (av advokati),
- málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum,
- málum um dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum,
- málum, har samtykki ikki er fingið frá tí/teimum, ið hava foreldramyndugleikan,
- málum, har børn yvir 15 ár ikki hava givið samtykki.
Høvuðsbarnaverndarnevndin verður mannað fjóðra hvørt ár við einum royndum løgfrøðingi sum formanni, og ávikavist einum sálarfrøðingi og einum barnasakkønum í hinum báðum sessunum.