Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, vitjaði á Lopfjølini í sambandi við 10 ára hátíðarhald.
Emilia, næmingur á Lopfjølini, hevði eina góða framførslu fyri gestunum.
Lopfjølin er eitt sosialpedagogiskt skúlatilboð, sum heldur til í Margarinfabrikkini í Havn. Tilboðið er úrslit av einum tvørfakligum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og skúlamyndugleikarnar. Lopfjølin er fyri ung, ið onkursvegna ikki megna vanliga fólkaskúlan.
Talan er í høvuðsheitum um ung, ið hava sálarligar avbjóðingar; ung, ið kenna ta vanligu skúlagongdina ov tunga ella ov møtismikla í eitt tíðarskeið.
Sum navnið Lopfjølin sipar til, so er endamálið við tilboðnum at geva hesum ungu førleikar og áræði at møta avbjóðingum í lívinum (faldarin Lopfjølin, 2023