Fyri fyrstu ferð hevur toppfundur verið millum norðurlendsku ráðharrarnar í útbúgvingarmálum og norðurlendsku lærarafeløgini. Hetta fór fram í Hørpu í Reykjavík. Evnið á toppfundinum var burðardygd í útbúgvingum. Úr Føroyum luttóku Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Birna Heinesen, forkvinna í Yrkisfelagnum og Jákup Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.