Fit First er eitt sera spennandi rørsluátak, sum fer fram í Vágs skúla í løtuni.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur luttikið sjálvur saman við 4. flokki í Vágs skúla.
Talan er um eina granskingarverkætlan, sum Fróðskaparsetrið stendur fyri við Helga Winter Olsen á Námsvísindadeildini, sum skrivar eina PhD verkætlan um virknaðin, sum rørsla hevur fyri likamligu og sálarligu heilsuna hjá børnum.
Í 10 vikur hava øll børn í Vágs skúla luttikið í Fit First rørsluvenjingunum, har tey hava havt rørslu 3 ferðir um vikuna umframt vanligu ítróttatímarnar. Øll børnini í Tvøroyrar skúla hava eisini luttikið í granskingarverkætlanini, men sum kontrolbólkur fyri at máta virknaðin, um børnini ikki hava hesa rørsluvenjingina.
Meiri rørsla er heilt vist nakað, sum landsstýrismaðurin kundi hugsað sær í skúlan, tí hetta kann spjaða gleði og trivnað, sum er til gagns fyri felagsskapin og læringina hjá øllum.