06.12.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

PISA 2022

PISA 2022

Týsdagin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina 2022 løgd fram í Kongshøll. Rithøvundarnir av frágreiðingini greiddu frá úrslitunum og gongdini í kanningini og handaðu landsstýrismanninum frágreiðingina.

PISA kanning, ið verður framd av OECD triðja hvørt ár, er grundað á námsfrøðiligt og vísindaligt granskingararbeiði. Tað eru næmingar í 9. flokki, sum eru við í kanningini. Endamálið við hesi kanning er at staðfesta, hvussu skúlaverk og næmingar okkara eru fyri samanborið við skúlaverk og næmingar í øðrum londum, og hvat vit eiga at gera fyri alla tíðina at betra um skúlan.

Føroysku úrslitini í PISA royndunum 2022 vísti eina serliga stóra afturgongd í støddfrøði, og á eina minni afturgongd bæði í føroyskum og náttúruvísindi.

Frágreiðingin frá PISA royndini 2022 sæst her.

Landsstýrismaðurin helt røðu og segði m.a. at:

Vit skulu ikki lata PISA royndir og PISA úrslit stýra okkara skúla, har vit eintýðugt tillaga okkara skúla fyri at fáa góð úrslit í PISA. Men PISA er ein roynd millum aðrar, og eitt metingaramboð millum onnur, sum mátar ávísa vitan og førleikar hjá okkara næmingum.

Øll røðan kann lesast her.

Framløgan av Pisa kanningini kann síggjast her: