09.01.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Nýggi húsarhaldsskúlin tekur skap

Nýggi húsarhaldsskúlin tekur skap

Fyri jól var landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum á kunningarvitjan í nýggja Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum stendur í gerð.

Byggingin gongur væl, og verður skúlin eftir ætlan liðugur síðst í hesum árinum.

Samlaði kostnaðurin fyri nýggja Húsarhaldsskúlan er 85,6 mió. kr., íroknað ráðgeving, projektering og aðrir avleiddir kostnaðir. Landið stuðlar verkætlanini við 37,3 mió. kr. sum studningslán, umframt 5 mió. kr. til innbúgv og útbúnað.

Tað er sera nógv virksemi í Húsarhaldsskúlanum. Í einum vanligum skúlaári hevur Húsarhaldsskúlin umleið 400 næmingar og skeiðsluttakarar. Tað langa skeiðið er frá august til februar, tá 21 ungir næmingar, næstan bert gentir, eru í skúlanum og læra um matgerð, handarbeiði og mangt annað. Restina av árinum eru tað styttri skeið um alt frá sunnum lívsstíli og matgerð til brodering og at seyma føroyskar vestar.

Um Húsarhaldsskúlan

Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.
Tað eru 7 fólk í starvi á skúlanum. Leiðari á fulla tíð, ein lærari fulla tíð, tríggir tímaløntir lærarar og tvær náttarvaktir. Harumframt verða gestalærarar brúktir. 21 næmingar ganga á skúlanum.