22.01.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Næmingar úr Sørvági hava vitjað

Næmingar úr Sørvági hava vitjað

Næmingar á sertilboðnum, Pallinum, í Sørvágs skúla vitjaðu í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í gjár tann 22. januar. Tað vóru 9 næmingar saman við starvsfólkum frá tilboðnum, sum vitjaðu .

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, tók ímóti og vísti teimum runt í ráðnum. Hann hevði síðani eina stutta framløgu fyri teimum í barnahædd, og svaraði spurningum, sum næmingarnir høvdu fyrireikað til vitjanina.

Landsstýrismaðurin er sera glaður fyri at fáa slíkar vitjanir og ætlar at skipa fyri, at ráðið verður meira opið, so børn og ung merkja, at politiska skipanin er áhugað at hoyra teirra sjónarmið. Hetta var fyrsta vitjanin av hesum slagnum, og var hon sera væleydnað.