28.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Marjun I. Stauss sett sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Marjun I. Stauss í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum við Streymin frá 1. apríl 2023 at rokna.
Marjun I. Stauss er 37 ára gomul, gift og búsitandi á Eiði.
Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur m.a. verið lærari í Skúlanum við Streymin síðan 2016, umframt at hon eisini hevur starvast í tíðaravmarkaðum starvi í øðrum skúlum.
Marjun I. Stauss hevur leiðsluroyndir frá privatu vinnuni og innan felagsskapir. Hon hevur gjørt sær hugsanir um visjón fyri skúlan, umframt stutt- og langtíðarætlan um virksemið í Skúlanum við Streymin viðvíkjandi dagliga arbeiðinum og skipanini, umframt trivnaði, felagsskapi, støðufest og virkishugi.