Hósdagin 11. mai vitjaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður okkara, í Barnahúsinum. Høvuðsendamálið við Barnahúsinum er at tryggja dygdargott, væl skipað og umhugsið tvørfakligt arbeiði við børnum og ungum – umframt familju ella avvarðandi annars – í málum um kynsligan ágang og annan harðskap. Barnahúsið hevur skjótt 10 ár á baki, og hetta var gott høvi at vísa á dagføringar, sum eru mettar neyðugar, fyri at kunna veita børnum og ungum tilboð við somu dygd, sum altjóða standardir fyriskriva.
Les seinastu ársfrásøgn Barnahúsins her: http://www.bvs.fo/barnahusi%C3%B0/fragrei%C3%B0ingar
Kelda: Barnaverndarstova Føroya