Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur verið á vitjan hjá KRIS á Toftum. KRIS greiddi frá um virksemi hjá felagsskapinum, sum virkar fyri at hjálpa og stuðla ungum og vaksnum, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu. Talan er um ein sjálvbodnan felagsskap, sum leggur alsamt størri dent á at skipa fyri upplýsing, soleiðis at hetta kann fyribyrgja kynsligum ágangi. KRIS hevur havt átøk í fólkaskúlanum, sum serliga snúgva seg um at læra børnini um mørk. Hetta er eitt tilboð, sum skúlarnir hava kunnað tikið av. Tey hava annars gott samstarv við Gigni, tá tað ræður um upplýsandi virksemi.