25.01.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Eitt virkið Deyvafelag

Eitt virkið Deyvafelag

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á vitjan hjá Deyvafelagnum, har Meifríð Hansen, forkvinna, tók ímóti og vísti runt í snotiligu húsinum við Íslandsvegin í Havn.

Tað er eitt virkið Deyvafelag, við oman fyri 200 limum, sum virkar fyri at fremja áhugamálini hjá deyvum á øllum økjum, fyri og í skúlaaldri, á útbúgvingarøkinum, vinnuliga, sosialt og mentanarliga.

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um avbjóðingar, sum deyv hava í føroyska samfelagnum og serliga, hvat kundi verið gjørt fyri at betra um umstøðurnar innan útbúgvingarøkið.

Tað var ein sera upplýsandi og greið frágreiðing frá felagnum, sum landsstýrismaðurin nú kann taka við sær inn í eina politiska tilgongd.

Um Deyvafelagið

Deyvafelagið er eitt áhugafelag, sum tekur sær av at samla deyv í Føroyum, umframt at varpa ljós á týdningin av, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindir, sum hoyrandi fólk hava.

Les meira um felagið her.